Hetta vikuskiftið er FM-kapping fyri lið í bridge á skránni í Bridgehúsinum í Gundadali í Havn.
Fýra dystir verða leiktir í dag og í morgin. Í alt 128 spæl verða spæld, skrivar Føroya Bridgesamband.
Kappingin er skipað soleiðis, at átta lið dystast í eini kapping, ið gongur kappingarárið 2025-2026, um føroysmeistaraheitið. Kappingin byrjaði í september og seinastu umfør verða leikt í apríl 2026.
Undan dystunum í dag er støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg liggur á odda við 67,23 stigum, meðan liðini, ið kallast Rinkuhúsini og Byggitilfar liggja á ávikavist á øðrum og triðja plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald