Hondbóltur

Sannførandi føroyskur sigur í seinna dystinum í Eysturríki

Nógvar tóku av og vístu EM-stig, tá Føroyar vunnu við fimm málum. Liðið savnast aftur um ein mánaða, tá seinastu EM-fyrireikingarnar byrja.

Fagnaður á teimum í føroyska hópinum og í føroyska venjaratoyminum, eftir at Eysturríki varð skúgvað til viks - vanliga hava Føroyar ikki vunnið á júst Eysturríki (Mynd: Inga Dahl/Hondbóltssamband Føroya)

Fagnaður á teimum í føroyska hópinum og í føroyska venjaratoyminum, eftir at Eysturríki varð skúgvað til viks - vanliga hava Føroyar ikki vunnið á júst Eysturríki (Mynd: Inga Dahl/Hondbóltssamband Føroya)

2026-10-24 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í roynd og veru var klassamunur eftir steðgin. Føroyar kundu fingið eini sjey mál afturat í dag og vunnið uppaftur størri. Hetta hevur verið ógvuliga gott í verju og álopi.

Hetta vísti Jórun Ludvig, venjari hjá H71-kvinnum og viðmerkjari, á móti endanum av EM-fyrireikingardystinum millum Føroyar og Eysturríki. Jórun Ludvig og Sjúrður Hildarsson Hoydal søgdu frá á Portal Play og saman við hyggjarunum, sóu tey eitt føroyskt lið eydnast við nógvum í Eysturríki. Og móti endanum var eingin ivi um, hvør fór at vinna.

Tær rættingarnar í serliga verjuspælinum, sum Claus Mogensen og liðið høvdu gjørt frá fyrra dystinum, eydnaðust væl. 35 mál komu ígjøgnum hósdagin, har Føroyar millum annað høvdu trupulleikar við at standa fyri trýstinum í miðsonuni.

Í dag var øðrvísi. Verjan stóð væl saman, Vár Zachariasen spældi ein frálíkan dyst, og málverjarnir tóku sítt - serliga Rakul Wardum í 1. hálvleiki. Nógvir bóltar vórðu eisini fangaðir. Føroyska verjan var ágangandi og kroysti Eysturríki til nógv teknisk mistøk, ið vórðu revsaði náðileyst: Serliga seint í 1. hálvleiki og í byrjanini í 2. hálvleiki. 

[object Object]
Rakul Wardum átti sínar góðu bjargingar aftur í dag

[object Object]Eysturríki kroyst til at gera síni mistøk

Jana Mittún stóð á odda fyri nógvum av hesum kontraálopunum. Nummar 77  skoraði nøkur ógvuliga góð mál og hevði eitt hav av uppleggum, samstundis sum hon veruliga var við at fáa ferð og góðsku í spælið. Hetta saman við Mariu Pálsdóttir Nólsoy, ið aftur var við í nógvum, og fleiri uppá skift. Marita Mortensen spældi væl á høgra bakki og eina góða løtu í miðverjuni, og Silja Geirsdóttir Eystberg tók av møguleikanum og tók ábyrgd í fyrsta landsdysti sínum.

Føroyar brendu aftur ov nógv brotskøst (3). Føroyar skoraðu væl betri av vonginum í dag, har millum annað Rannvá Olsen skoraði fýra mál og óroyndu landsliðsspælararnir, Joan Johannesen og Christina Arge bæði høvdu góð mál og góðar verjustøður. 

Pernille Brandenborg varð toppskjútti við sjey málum og hevði møguleikarnir til nakað fleiri - liðskiparin stóð eisini væl í miðverjuni og verður sjálvandi ógvuliga týðandi í øllum partum av spælinum í Póllandi.

Føroyar vóru á odda 13-12 í steðginum, burdu eftir spælinum verið meira á odda, og tað eydnaðist eisini at økja skjótt fyrstu løtuna. Eftir at tað kom upp á fýra mál, kom ongantíð spenningur í aftur - heldur ikki tá Føroyar royndu nógvar ymiskar samansetingar. Liðið stóð sterkt saman, vann við fimm málum og vísti styrki seks vikur undan fyrsta EM-dystinum.

Í EM-undankapping í 2022 taptu Føroyar við fimm málum á Hálsi og við fýra málum á útivølli móti Eysturríki. Nú hava Føroyar, uttan onkrar profilar frá seinastu endaspølunum, spælt javnleik og síðani vunnið við fimm málunum í Eysturríki.

Eitt gott tekin um menningina og gott tekin undan EM í Póllandi, har vertirnir, Ukraina og Frakland bíða í spennandi bólki. EM-hópurin verður úttikin í næstum, og um ein lítlan mánaða savnast spælar og venjarar aftur í Føroyum. Næstu EM-fyrireikingardystirnir verða spældir í Noreg móti Noreg og Danmark. 3. desember gongur leiðin til Katowice í Póllandi.

---------------------------------------------------------

EM-fyrireikingardystur
Leygardagin 24. oktober í Eysturríki
Eysturríki - Føroyar 27-32 (18-15)


Mál hjá Føroyum: 
Pernille Brandenborg 7 (1)
Jana Mittún 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Rannvá Olsen 4
Marita Mortensen 3
Joan Rúnadóttir Johannesen 2
Christina Turiðardóttir Arge 2
Silja Geirsdóttir Eystberg 2 (1)
Brynhild Pálsdóttir 1
Vár Bentsdóttir Zachariasen 1
Rakul Borgarlíð Joensen 1

Upplegg:
Jana Mittún 10 
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Marita Mortensen 3
Annika Fríðheim Petersen 1
Silja Geirsdóttir Eystberg 1 - Umframt eitt vunnið brotskast, sum hon sjálv skoraði uppá

Bjargingar:
Rakul Wardum 8 - umframt tvær har brotskast varð dømt eftir bjarging
Annika Fríðheim Petersen 5 - umframt eina har brotskast varð dømt eftir bjarging (1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder