Myndir: B71-gullfrøi í Trongisvági

Við 4-0 sigri móti TB tryggjaðu sandoyingar sær endaliga gull í 1. deild, og teir spæla næsta ár í Meistaradeildini fyri fyrstu ferð síðan 2011. Hetta kundu nógvir sandoyingar hátíðarhalda við Stóra.

(Mynd: Bjartur Vest)

(Mynd: Bjartur Vest)

2026-10-24 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sandoyingar í hópatali vóru í dag møttir upp í Trongisvági, nú ársins seinasta umfar í 1. deild skuldi spælast.

B71 tryggjaði sær uppflytingina fyri nærum tveimum mánaðum síðani.

1. plássið kom so at siga uppá pláss fyri viku síðani, men við sigri í dag var gullið í hús. Og við 4-0 sigri lótu sandoyingar ongan iva vera um, at teir vilja vera við har sum tað er stuttligt at vera. Og at teir hava verið bestor í næstbestu deildini í ár.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2006, at B71 vinnur 1. deild, og tað verður fyrstu ferð síðan 2011, at B71 spælir í bestu deildini.

Danin Lucas Ørneborg, sum skoraði til 3-0 í dag, hevur skorað 33 mál í ár og gjørdist hatvið greiður toppskjútti í 1. deild.

B71 endaði við 66 stigum. Næstbesta liðið hjá Víkingi gjørdist nummar tvey við 63 stigum, og FC Suðuroy gjørdist nummar trý við 56 stigum og flytir upp saman við sandoyingum.

Sí myndirnar, sum Bjartur Vest tók í Trongisvági tíðliga seinnapartin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder