Fyrsti partur av málsetninginum hjá H71-monnunum fyri kappingarárið 2026/2027 er rokkin: At koma víðari í Evropa.
H71 er stórfavorittur at endurvinna greipuna og ætlar sær okkurt í European Cup, triðsterkastu evropeisku kappingini. Fyrsta forðingin har var kroatiska MRK Trogir, sum H71 megnaði at knógva.
Tað endaði 34-27 í Hoyvíkshøllini fyri viku síðani, og fyri løtu síðani gjørdi H71 arbeiðið liðugt í Kroatia. Har vísti útiliðið aftur dygdir og sinnisliga styrki í røttu løtunum.
Sjálvur dysturin var tættur, men tað kom ongantíð veruligur spenningur um samlaða úrslitið: Um útfallið í uppgerðini.
H71 var á odda tað mesta av 1. hálvleiki, og tað var 13-11 til føroyameistararnar í steðginum.
MRK Trogir hótti eina løtu eftir steðgin, men hoyvíkingar lótu tað ikki verða spennandi. Tað vóru serliga Helgi Hildarson Hoydal (7 mál) og Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum aftur gjørdist toppskjútti, sum svaraðu ofta aftur.
Tað var nakað tungt við málskjóting fyri steðgin, og Boas á Skipagøtu brendi heldur nógv skot í kvøld. Men 16-ára gamli spælskiparin skoraði eisini nógv; samanlagt varð talan um 21 mál í uppgerðini móti Trogir.
![]()
Helgi Hoydal spældi ein góðan dyst í Kroatia - royndi strikuspælarin tók síni tøk í álopi og verju
Nógv stóð á í løtum hjá Djóna Gaard Joensen og bonkinum í løtum, men væl fyrireikaðu hoyvíkingarnir vóru ongantíð veruliga í vanda (Myndir: Jens Kr. Vang)
Tað endaði 30-30 í Trogir, og harvið vann liðið hjá Djóna Gaard Joensen samanlagt við sjey málum.
3. umfar er á skránni síðst í november. Skjótt verður greitt, hvørjum H71 skal spæla ímóti har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald