Hotel Djurhuus-deildin:
Ternan – KÍF 3-2 (25-20, 23-25, 25-23, 15-25, 15-13)
Spenningur var frá byrjan til enda, tá ið Ternan tók ímóti KÍF á Toftum seinnapartin í dag.
Stundum var annað liðið omaná og stundum hitt, og best sum annað liðið sá út til at slíta seg leyst, megnaði hitt liðið at koma afturíaftur og javna.
Tað var einans í fjórða setti, har KÍF hevði knívin á barkanum, at munurin gjørdist nakað stórur, og KÍF vann 25-15 og fekk bjargað sær javnbrótara – og í hvussu er eitt stig.
Og tað bleiv til tað eina stigið, tí Ternan vann javnbrótaran 15-13, eftir at KÍF hevði yivirlivað tveir dystarbóltar, men triðja dystarbóltin fekk KÍF ikki bilbugt við eftir smassj frá Maiu á Lakjuni á miðjuni.
Allir flogbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða í ár vístir á Portal Play. Til ber at tekna sær hald fyri 89 krónur um mánaðin, 699 krónur fyri eitt ár ella at keypa sær einstakar dystir fyri 49 krónur stykki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald