FM-heitið avgjørt, øll evropaplássini uppá pláss og ein niðurflytari.
NSÍ er fremst og verður verandi har: NSÍ fer at lyfta steypið á Svangaskarði móti niðurflutta B68 á seinasta leikdegi.
HB var annars á odda við Løkin í ein hálvan hálvleik, men eftir 83. minuttir var Petur Knudsen á rætta staðið, eftir at innskifti Tobias Hestad fyrst hevði roynt seg.
![]()
Ein rørdur toppskjútt, Petur Knudsen, saman við fjeppara stutt eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: NSÍ tryggjaði sær FM-heitið
Tað var neyðugt hjá NSÍ at vinna stig í dag, tí KÍ vann 3-0 á B36 á Tórsvølli.
Hesi úrslitini hava eisini við sær, at HB hevur tryggjað Conference League-pláss til 2027, meðan B36 triðja árið á rað endar uttanfyri evropeiskan fótbólt.
Í botninum er framvegis spenningur, og lagt er upp til brak millum AB og 07 Vestur á Argjum seinasta umfar: Taparin fer niður.
Um tað endar við javnleiki, og Skála samstundis tapir í Streymnesi, so fer Skála niður. EB/Streymur er tryggjað enn eitt ár í Meistaradeildini eftir málleysa javnleikin í Sarpugerði
Dagført: 18.39
26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober
NSÍ - HB 1-1
B36 - KÍ 0-3
Víkingur - EB/Streymur 0-0
Skála - AB 1-1
07 Vestur - B68 2-1
![]()
Til ber at hoyra meira á FM1 og síggja meira á Portalinum út á kvøldið
Klokkan 19.30 verður tikið samanum í 3. hálvleiki á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald