Fótbóltur

Video: Tey siga øll tillukku - men tað er líka nógv tillukku til teirra

Til øll frá Tanju og Sylviu í køkinum til ungdómsvenjarar - tey sum hava gingið her hvønn dag. Meinhard Egilsson Olsen kom aftur og vann FM, og heldur tað vera serliga stuttligt at fegnast saman við øllum, sum skapa NSÍ og teimum, man er vaksin upp saman við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-25 20:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- So kunnu fólk tosa frá nú og til ja...um, at tað eru hini liðini sum ikki eru so góð. Men tað er líkamikið. Vit hava tryggjað FM nú í næstseinasta umfari og vunnið, tí vit væl og virðiliga eru besta liðið. 

Hetta segði 29-ára gamli Meinhard Egilsson Olsen, sum er føroyameistari á fyrsta sinni. Hetta eftir at hann vendi aftur til barndómsfelagið í summar eftir nógv ár sum yrkisspælari uttanlands.

- Nú havi eg bara roynt at vunnið steypakappingina einaferð sum vaksnamannaspælari í Føroyum. So hetta er stórt - og av álvara nakað serligt og tí tað er við júst NSÍ. Saman við øllum fólkunum og spælarunum, sum eru vaksnir upp saman: Petur, Jann, Michal, Betuel og eg...

Hoyr alla samrøðuna við Meinhard Egilsson Olsen ovast

Sí eisini: Jann Benjaminsen: - Mín arbeiðsgevari skal ikki vænta meg í morgin

Myndir: Gula gullveitslan við Løkin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder