Fótbóltur

Ovari vøllur er niðurslitin og skal skiftast

Tórshavnar kommuna váttar fyri Portalinum, at vegna skaða á graslíkinum kann vøllurin ikki nýtast til dystir í fremstu deildunum. Um nóg mikið av játtan kemur á fíggjarlógina, verður teppi skiftast á vári 2027.

- Vøllurin hevur verið nýttur nærum frá morgni til myrkurs seinastu árini. Hann er sum heild niðurslitin, og ein skaði er komið á eitt stað. Fyrr í heyst varð hetta seymað aftur, men tað er farið uppaftur. Neyðugt er at skifta vøllin, men tað kann ikki gerast júst nú

- Vøllurin hevur verið nýttur nærum frá morgni til myrkurs seinastu árini. Hann er sum heild niðurslitin, og ein skaði er komið á eitt stað. Fyrr í heyst varð hetta seymað aftur, men tað er farið uppaftur. Neyðugt er at skifta vøllin, men tað kann ikki gerast júst nú

2026-10-26 16:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vøllurin hevur verið nýttur nærum frá morgni til myrkurs seinastu árini. Hann er sum heild niðurslitin, og ein skaði er komið á eitt stað. Fyrr í heyst varð hetta seymað aftur, men tað er farið uppaftur. Neyðugt er at skifta vøllin.

Hetta staðfestir Heini Gaard, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, fyri Portalinum.

Í seinastuni eru dystir í fremstu fótbóltsdeildinum fluttir av Ovara Vølli yvir á Tórsvølli, millum annað HB - KÍ stutt fyri ætlaðu dystarbyrjanina fyrr í mánaðinum og HB - KÍ hjá kvinnum leygardagin. 

Heini Gaard váttar, at vøllurin er kolldømdur til at nýta í Meistaradeildini.

Í Facebook-uppsløgum hevur verið ført fram, at skaðin kann vera til vanda fyri spælarar. Tó eru boðini úr Tórshavnar kommunu, at Ovari Vøllur enn kann nýtast at venja á og mest sannlíkt eisini til ungdómsdystir næsta ár - men vøllurin kann ikki nýtast til at spæla dystir í fremstu deildunum. Hann er kolldømdur.

Ljósini á Niðara Vølli í Gundadali eru ikki tey bestu, og tískil hevur tann ovari vøllurin verið ógvuliga nógv nýttur, millum annað út á kvøldarnar, síðani graslíki varð skift fyri fimm árum síðani.

Í 2021 var tað undir heldur margháttiligum umstøðum, at nýtt graslíki kom á Ovara Vøll - tvær ferðir. Vegna millum annað ov lítið gummigranulat, varð vøllurin skiftur aftur og veitari varð skiftur, eftir at gralíki varð innvígt.

Verandi graslíki fer, sum nú er, at liggja á til einaferð á várið 2027.

Tað ber í útgangsstøðinum ikki til at skifta graslíki í vetur, og tískil gongur tað mest sannlíkt umleið eitt hálvt ár á hendan hátt. 

Fyritreytin fyri at vøllurin verður skiftur skjótast gjørligt er, at nóg mikið verður sett av í Fìggjarlógini fyri 2027, sigur Heini Gaard. Hendan er ikki liðug enn.

HB-B36 leygardagin verður á Tórsvølli, og sum nú er skal avtala gerast um, at heimadystir hjá havnarfeløgunum í Meistaradeildini fyrsta partin av 2027 eisini vera á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder