Hondbóltur

H71: - Eru ikki favorittar móti nærum fulltíðarprofessionellum liði

Høvuðsvenjarin hjá H71 roknar við einum royndum liði úr Póllandi við nógvari kropsligari styrki. - Teir spældu European League í fjør, millum annað ímóti THW Kiel og Montpelier, so hetta boðar frá góðsku á teirra liði.

- Flestu liðini sum vit kundu havt møtt í hesum umfarinum, eru lið sum hava lønarútreiðslur til leikarar, sum er størri enn tann peningurin, sum vit hava at reka alt felagið fyri í nøkur ár, sigur Djóni Gaard Joensen. Ætlanin er tó avgjørt at gera ein vørr (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Flestu liðini sum vit kundu havt møtt í hesum umfarinum, eru lið sum hava lønarútreiðslur til leikarar, sum er størri enn tann peningurin, sum vit hava at reka alt felagið fyri í nøkur ár, sigur Djóni Gaard Joensen. Ætlanin er tó avgjørt at gera ein vørr (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-27 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Flestu liðini sum vit kundu havt møtt í hesum umfarinum, eru lið sum hava lønarútreiðslur til leikarar, sum er størri enn tann peningurin, sum vit hava at reka alt felagið fyri í nøkur ár, sigur Djóni Gaard Joensen.

Soleiðis sigur høvuðsvenjarin hjá H71 við h71.fo í sambandi við dagsins European Cup lutakast. Tað paraði føroysku greipuvinnararnir við pólska Rebud KPR Ostrovia Ostrow Wlkp. Og Djóni Gaard Joensen er ikki í iva um, hvar favorittleiklutirn, samstundis sum hann staðfestir, hvat H71 ætlar

- Tað er einki at ivast í, at vit fara ikki inn til hesar dystirnar sum favorittar, men vit ætla okkum at gera ein vørr. Hetta pólska liðið er eitt lið sum er næstan fulltíðarproffessionelt sum eg dugi at lesa meg til.

Sí eisini: European Cup: H71 fær pólska mótstøðu í 3. umfari

Rebud KPR Ostrovia Ostrow Wlkp, eisini nevnt KPR Ostrówia, var í ovaru hálvu í Póllandi síðsta kappingarár og liggur í løtuni á 8. pláss. 

Hendan deildin er sterkari enn tann kroatiska, og nógvir royndir spælarar eru á liðnum, har danin Kim Rasmussen er venjari.

Hann er serliga royndir innan kvinnuhondbólt - millum annað hjá pólska og ungarska landsliðnum við góðum úrslitum. Rasmussen vann hampions League við CSM Bucarest, núverandi liðnum hjá Pernille Brandenborg, í 2016. Mótstøðuvenjarin til næstu European Cup-dystirnar nevnir eisini royndirnar hjá KPR Ostrówia - millum annað úr næststerkastu evropeisku kappingini og móti krútsterkari mótsstøðu síðsta kappingarár.

 - Teir spældu EHF European League í fjør, millum annað ímóti THW Kiel og Montpelier, so hetta boðar frá góðsku á teirra liði. Pólsku liðini hava ofta nógva kroppsliga styrki, og eftir hópinum at døma er hetta eitt lið við nógvari rutinu, og eldri leikarum. Millum annað hava teir ein ukrainskan landsliðsleikara, sum onkur av okkara leikarum hava spælt nakrar ferðir ímóti á landsliðnum, sigur Djóni Gaard Joensen.

Fyrri dysturin millum føroyska og pólska liðið í 3. umfari stendur at verða spældur 21.- 22. november í Hoyvík og tann seinni 28. ella 29. november. Nú skulu feløgini tosa saman; tað kann verða, at tað verður broytt nakað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder