Eftir landsliðssteðg verður gongd sett á landskappingina hjá kvinnum aftur. Tríggir dystir verða spældir klokkan 19 í kvøld.
Oddaliðið H71 tekur ímóti Neistanum á øðrum plássi í Hoyvík. Hoyvíkskvinnur taptu dystin móti Stjørnuni undan steðginum, og tískil er lagt upp til spennandi dyst í kvøld.
EB sum hevur seks stig aftaná sjey dystir, og harvið má sigast hava fingið góða byrjan uppá kappingarárið, er á vitjan hjá StÍF á Skála. Strandakvinnur liggja á sætta plássi við trimum stigum.
Triði dysturin er í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Kyndli á aftasta plássi.
![]()
Allir tríggir dystirnir byrja klokkan 19 og síggjast á Portal Play. Hald kann teknast fyri 89 krónur um mánaðin og eisini ber til at keypa atgongd til einstakar dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald