Annað liðið vann Premier League og var í Champions League-finaluni í fjør - hitt liggur i niðaru hálvu í fjórðbestu ensku deildini.
Kortini var tað síðstnevnda, ið vann, tá Fleetwood Town og Arsenal spældu i fjórða umfari í Carabao Cup mikukvøldið.
Liðið hjá Mikel Arteta er aftur i oddinum i enskum fotbólti og i Champions League hetta kappingarárið, men er úti av minnu ensku steypakappingini.
Fleetwood legði seg á odda fyri steðgin, Viktor Gyokeres javnaði eftir steðgin, og neyðugt varð við brotssparkakapping.
Har var heimaliðið stinnari og skoraði uppá øll síni brotsspørk. Jay Lynch bjargaði royndini hjá Bruno Guimares, og so kundi ungi Conor Haughey avgerða við fimta Fleetwood-skotinum - og so byrjaði fagnaðurin av álvara.
![]()
Mynd: Jon Super/Reuters/Ritzau Scanpix
Mynd: Darren Staples/AFP/Ritzau Scanpix
Sí hæddarpunkt ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald