Hondbóltur

H71 spælir báðar dystirnar í 3. umfari á heimavølli

Dystirnir millum føroysku greipuvinnararnar og liðið úr Póllandi í European Cup vera 21. november og 22. november. Hetta er sum skilst komið uppá pláss í dag.

H71 vann við sjey málum í heiamdystinum í 2. umfari. Hesaferð kann alt verða avgjørt í Hoyvík (Mynd:Jens Kr. Vang)

H71 vann við sjey málum í heiamdystinum í 2. umfari. Hesaferð kann alt verða avgjørt í Hoyvík (Mynd:Jens Kr. Vang)

2026-10-28 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað er einki at ivast í, at vit fara ikki inn til hesar dystirnar sum favorittar, men vit ætla okkum at gera ein vørr. Hetta pólska liðið er eitt lið sum er næstan fulltíðarproffessionelt.

Soleiðis segði Djóni Gaard Joensen við h71.fo stutt eftir lutakastið til 3. umfar í European Cup, sum var týsdagin.

Har gjørdist greitt, at hoyvíkingar skulu spæla ímóti pólska Rebud KPR Ostrovia Ostrow Wlkp - vanliga nevnt KPR Ostrówia.

Sí eisini: European Cup: H71 fær pólska mótstøðu í 3. umfari

Talan er um eitt nakað sterkari mótstøðulið enn MRK Trogir, sum H71 slóg út úr 2. umfari. Millum annað hevur pólska liðið royndir frá European League, sum er ein sterkari kapping frá European Cup.

Tað er tó avgjørt ein fyrimunir, at báðir dystirnir verða spældir í Hoyvík.

Sum skilst skeyt H71 hetta upp stutt eftir lutakastið, og Portalurin hevur í dag fingið upplýst, at hetta er komið uppá pláss.

Tað er ikki óvanligt, at dystirnir verða slignir saman til eitt vikuskifti og á eitt stað í fyrstu umførunum í kappingini.

Dystirnir í Hoyvíkshøllini verða sum skilst spældir leygardagin 21. november og sunnudagin 22. november.

Arbeitt verður at vísa H71 - KPR Ostrówia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder