Fótbóltur

Video: Mattias Hellisdal legði upp - hjálpti hinum føroyingunum í Allsvenskan

Västerås vann greitt á Degerfors í gjár, og ungi føroyingurin átti uppleggi til fyrsta málið. Västerås hevur flott kappingarár sum uppflytari - Áki Samuelsen og Martin Agnarsson hava týðandi botnbrak á skránni í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-29 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20-ára gamli Mattias Hellisdal fær álít í Allsvenskan. Síðani langa landsliðsvindeygað, har havnarmaðurin á fyrsta sinni var á A-landsliðnum, er Mattias byrjaður inni í øllum dystunum hjá Västerås.

Liðið var eitt tíðarskeið av álvara í evropeiska stríðnum. Tað fer ikki at røkka til slíkt, men sum uppflytari hevur Västerås eitt flott kappingarár.

Eftir 3-0 sigurin í Degerfors í gjár, er føroyingafelagið á 6. plássi - frammanfyri millum annað Malmö FF, AIK Stockholm og IFK Göteborg. 

Mattias Hellisdal spældi ein tíma og legði upp til 1-0 málið í 3-0 sigrinum. Hetta við hornasparksinnleggi.

Sí hæddarpunktini ovast - føroyingurin spælir við nummar 30 hjá teimum í grønum og svørtum

Mest sannlíkt verður Mattias Hellisdal aftur á listanum, tá Eyðun Klakstein tekur landsliðshópin út til dystirnar móti Slovakia (13. november) og Moldova (16. november).

Hinir báðir føroysku landsliðsspælararnir í bestu svensku deildini eru í niðurflytingarvanda. Hetta við verandi meistarunum Mjällby.

Áki Samuelsen og Martin Agnarsson spæla ógvuliga týðandi dyst í fimtseinasta umfari í kvøld: Klokkan 18 móti Örgryte, sum er næstniðast. 

Mjällby hevur bert fýra stig niður til júst Örgryte - Degerfors liggur ímillum har, og tískil var gott fyri Mjällby, at Mattias Hellisdal og teir vunnu í gjár.

Sí støðuna her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder