- Nú hava okkara menn brúk fyri okkum øllum! Vit vilja síggja AB-húsið og áskoðaraplássini full av børnum, ungum, vaksnum og gomlum AB-arum. Tak familjuna, vinfólkini og grannarnar við. Finn AB-blusuna fram, og lat okkum vísa, hvat tað merkir at standa saman um felagið.
Soleiðis skrivar Argja Bóltfelag á Facebook-síðu sínari, har tað verður lyst við stórum upphitingartiltaki leygardagin, tá AB spælir avgerandi dystin í Meistaradeildini 2027.
AB-húsið verður opið longu klokkan 11, felags frokost, andlitsmáling og ókeypis slush-ice vera at fáa, áðrenn høvuðsvenjarin Øssur Hansen kemur framvið og marsjera verður yvir á áskoðaraplássini hálvan tíma áðrenn dystarbyrjan.
Sonevnd familjukafé verður eisini fríggjakvøldið, har AB-húsið er opið frá klokkan 18.30, og ymiskt verður fyri yngri sum eldri. ![]()
Undan seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum, er B68 flutt niður. Síðani hava trý lið, sum kappast um at sleppa undan 9. plássinum, 25 stig:
![]()
Sí eisini: Avgerðin um seinna niðurflytingarplássið fellur á Argjum leygardagin
Eitt teirra er AB, og dysturin á Argjum leygardagin verður so at siga alt avgerandi. Skála, sum spælir í Streymnesi, kann bjarga sær við at vinna stig, men kann fara niður, um tað endar við javnleiki á Argjum, ella um 07 Vestur vinnur.
Hjá AB er setningurin einfaldur: Eitt stig er nóg mikið, tí liðið hevur betri málúrttøku enn 07 Vestur.
FM1 sigur frá dystinum á Argjum og ger nógv burtur úr saman við Portalinum. AB-07 Vestur verður eisini í brennideplinum í Fótbóltsskýlinum fríggjadagin klokkan 17.15.
27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober
14.00: B68 – NSÍ - Samrøður og annað á FM1
15.00:
HB – B36
KÍ – Víkingur
AB – 07 Vestur (FM1-frásøgn)
EB/Streymur – Skála (FM1-frásøgn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald