Síðsta umfar í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í morgin, leygardagin 31. oktober, og spenningurin í botninum er framvegis stórur.
Fótbóltsskýlið fer í dag at varpa ljós á hetta og serliga á dystin á Argjum, har AB og 07 Vestur spæla um halda sær í deildini:
Vinnur 07 Vestur fer AB, ella Skála, niður. Um AB vinnur, fer 07 Vestur niður, og um tað endar við javnleiki á Argjum er AB eisini tryggjað.
Sí eisini: Á Argjum gera tey nógv burtur úr áðrenn niðurflytingarbrakið
Skála skal hava stig í Streymnesi fyri at við egnum mátti tryggja enn eitt ár í Meistaradeildini.
Møguleikarnir eru nógvir, og hesir fara Trygvi Absalonsen og gestir hansara at hyggja eftir eftir tíðindini klokkan 17.
Vágamaðurin Jóhan á Mýrini og argjamaðurin Fróði Ólason Olsen vitja. Teir fara at seta orð á spenningin, sum er undan nærum beinleiðis niðurflytingarfinaluni, sum verður Inni í Vika klokkan 15.00 leygardagin.
Fótbóltsskýlið er hvønn fríggjadag á FM1 og hoyrist her
Til ber eisini at lurta aftaná á fm1.fo og á Portalinum
Fótbóltsskýlið er hvønn fríggjadag klokkan 17.15 á FM1. Vit siga eisini frá á Argjum og í Streymnesi í morgin
----------------------------------------------------
27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober
14.00: B68 – NSÍ - Samrøður og annað á FM1 umframt steypa- og gull myndir á Portalinum
15.00:
HB – B36
KÍ – Víkingur
AB – 07 Vestur (FM1-frásøgn)
EB/Streymur – Skála (FM1-frásøgn)
Undan seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum, er B68 flutt niður. Síðani hava trý lið, sum kappast um at sleppa undan 9. plássinum, 25 stig:
![]()
Sí eisini: Avgerðin um seinna niðurflytingarplássið fellur á Argjum leygardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald