André Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum hevur úttikið 18 spælarar, sum skulu umboða Føroyar í EM-undankappingini í Serbia frá 9. til 18. november.
Tríggir dystir eru á skránni móti ávikavist Serbia (11. november), Montenegro (14. november), og Aserbadjan (17. november), skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Teir 18, sum skulu umboða Føroyar í kappingini, eru:
- Rasmus Helgason, 07 Vestur
- Djóni Sivertsen, B36
- Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, FC Suðuroy
- Tróndur Sjúrðarson, HB
- Silas Bjarnason Joensen, HB
- Jógvan í Lon, HB
- Jógvan í Skála, HB
- Dánial Mørkøre, HB
- John Ziska Joensen, KÍ
- Ezra Lukama, KÍ
- Dávid Reynheim, KÍ
- Jóel Tróndargjógv, NSÍ
- Markus Klein Danielsen, NSÍ
- Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
- Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)
- Sigurd Ulriksen, FC Helsingør (Danmark)
- Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
- Dennis Anghel, SønderjyskE (Danmark)
Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni, sum vera á Tórsvølli 2., 3. og 4. november.
Í hesum sambandi hava venjararnir eisini sent boð eftir Ørvuri Isfeld úr AB, Dávidi Viderø og Heina Guttesen úr B36, Markusi Johansen úr FC Hoyvík, Nóa Kristin Mortensen og Páll Johannesen úr FC Suðuroy, Edvardi Falkenberg og Jónasi Gaard úr HB, og Jeffrey Berg hjá Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald