Kappróður

Metnógvir luttakarar í inniróðurskapping í Havn

Kl. 13 í dag byrjar annar Burn-róðurin, har 120 rógvarar luttaka.

Leygardagin 3. oktober var fyrsti Burn-róðurin á Giljanesi (Mynd: Róðrarsamband Føroya/Facebook)

Leygardagin 3. oktober var fyrsti Burn-róðurin á Giljanesi (Mynd: Róðrarsamband Føroya/Facebook)

2026-10-31 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður Skúlin á Fløtum í Havn karmur um annan Burn-róðurin, sum Havnar Róðrarfelag og Róðrarsamband Føroya skipa í felag.

Sambært Róðrarsambandinum er hetta fyrstu ferð í nógv ár, at inniróðurskapping verður hildin í Havn.

Fyrsta inniróðurskappingin varð 3. oktober í høllini á Giljanesi. Tá var talan um metnógvar luttakarar - 95. Sí úrslitini her.

Áhugin fyri dagins kapping er eisini stórur, tí heili 120 rógvarar luttaka.

– Hetta er met fyri ein Burn Róður og eitt luttakaratal, sum vit vanliga bert síggja til FM í inniróðri, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Fyrsti starturin er klokkan 13, og kappingin verður stroymd beinleiðis á YouTube-rásini hjá Róðrarsambandinum. Sí startrøðina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder