Myndir: Fyrsta og vælvitjaða kappingin i Padelmiðstøðini

Bára Hansen, Marin Dimon, Mortan Vang, Tór av Skarði, Simon Højmark Pedersen og Hjalti Mohr Jacobsen vunnu gull, og nógv gott spæl var á Hjalla fríggjakvøldið. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-31 14:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samanlagt 37 lið og 74 spælarar luttóku, tá Padel Forum skipaði fyri fyrstu padel-kappingini í nýggju Padelmiðstøðini fríggjakvøldið.

Umframt hesi vóru nógv folk og hugdu at og hugnaðu sær á Hjalla, har spenningur var í avgerandi dystum.

Av øllum padeltennis kappingum higartil í Føroyum var hetta tann størsta og tann við hægst stigi á allan hátt.

Talan var eisini um fyrstu kappingina hjá kvinnum. Har vóru Bára Hansen og Marin Dimon at enda omaná í tættari finalu móti Ásu Dam á Neystabø og Helenu á Krákusteini. Andrea Rajani Poulsen og Ásla Breyt Danielsen endaðu við bronsuni.

Tað var uppaftur tættari í B-finaluni hjá monnum. Mortan Vang og Tór av Skarðu koppaðu at enda Hilmari og Sverra Ellingsgaard. Hanus Christophersen og Torstein Balle ognaðu sær bronsu.

So var tað seinasta kappingin: A-kappingin hjá monnum. Nógvir langir og góðir bóltar - klokkan var eisini farin av eitt í nátt, áðrenn Simon Højmark Pedersen og Hjalti Mohr Jacobsen høvdu sigrað.

Teir vunnu finaluna á Julian Johansen og Akseli Poulsen - síðstu kappingina vunnu hondbóltsvenjararnir Hjalti og Julian saman. Fyrrverandi vinnarar, Bárður Mittelstein og Teitur Matras Gestsson taptu ógvuliga tætta hálvfinalu fyri Julian Johansen og Akseli Poulsen, men tað eydnaðist at fáa bronsu um hálsin.

Næsta slíka kapping verður millum jól og nýggjár og verður eftir ætlan enn størri.

Sí myndir av Hjalla niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder