Fótbóltur

Báðir uppflytararnir varðveittu plássið í Meistaradeildini

AB og Skála gjørdu sítt við sterkum avrikum á seinasta leikdegi, meðan 07 Vestur noyðist tungu leiðina niður í 1. deild.

Ein stór forloysing hjá AB'arum, sum ikki høvdu vunnið í átta dystir á rað áðrenn uppgerðina móti 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

Ein stór forloysing hjá AB'arum, sum ikki høvdu vunnið í átta dystir á rað áðrenn uppgerðina móti 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-31 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani 2021 hava báðir uppflytararnir hildið sær í fremstu mansdeildini. Tá var tað B68 og 07 Vestur - nú eru bæði á veg niður í næstbestu deildina aftur fyri fyrstu ferð í sjey ár. Hetta hóast ávikavist 20 og 25 stig.

AB og Skála hava víst seg sum sterkir uppflytarar og gjørdu eisini sítt, tá á stóð í dag. Hetta í ávikavist niðurflytingargysara Inni í Vika og í Streymnesi, har báðum liðunum tørvaðu stig fyri at avgerða tingini sjálvi.

AB var frískliga íkastið í fyrru hálvu og var nógv nærri evropeiskum plássi enn niðurflyting, tá farið varð í summarsteðg. Men síðsta triðingin hevur verið tungur og uttan sigur. Í dag vann AB tó. Tað var í tøkum tíma, at argjamenn avrikaðu, tí "argjafrensarnir" hava bert fingið tvey stig í høldar síðani seinasta sigurin (Skála 2. august)

Eitt stig var neyðugt í dag, men liðið hjá Øssuri Hansen vann sær trý við 1-0 sigri. Málið kom longu eftir tríggjar minuttir. Snild frísparkssamanseting, Sámal á Steig í 07 Vestur-málinum stórbjargaði, men Sjúrður Henriksen var fyrstur á bóltinum og besti spælarin í mars - ungi lokali vongbakkurin - skoraði.

07 Vestur hevði tveir stórar møguleikar innan tveir minuttir, sum Jesper Sørensen stórbjargaði. Annars stóðu Jimmy Abdul, Dánjal Danielsn og hinir stinnir, AB'arnir stríddust fyrimyndarliga og høvdu tamarhald á tingunum. Vágamenn skuldu vinna, men tað eydnaðist ikki at svara aftur. Ístaðin gjørdist talan um um ein stóran dag fyri argjafólk, ið møttru ógvuliga væl upp.

[object Object]
Øssur Hansen og hinir á AB-bonkinum kundu tíðliga í dystinum - og eftir dystin - stórfegnast (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gjørdu tey á vestara armi av Skálafjørðinum eisini, tá Skála vitjaði í Streymnesi.

Í trimum teimum seinastu royndunum hjá Skála í bestu deildini (2020, 2022 og 2024) er tað endað við niðurflyting, men ein frálík gongd síðani venjaraskifti - og uttan Simon Jørgensen og Jákup Jakobsen - og ein nærum perfektur 1. hálvleikur í dag tryggjaði plássið.

Ungi liðformaðurin Jákup Pauli Frederiksberg skoraði eftir átta mintuttir, og í yvirtíðini í 1. hálvleiki skoraði javngamli klaksvíkingurin Silas Gaard. Eftir stegðin helt Skála 0-2 heim, og so var stórur fagnaður á teimum appelsinlittu, sum yvirhálaðu júst EB/Streym og endaðu á 6. plássinum.

NSÍ helt gullveitslu við 3-0 sigri á Svangaskarði, B36 vann 3-1 í grannauppgerðini móti HB, meðan KÍ og Víkingur spældu málleysan javnleik í Klaksvík.

Lurta eftir samrøðum á FM1 og Portalinum - uppaftur meira seinni

27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober

B68 – NSÍ 0-3 (0-1)
Meira um dystin her

HB – B36 1-3 (0-1
Meira um dystin her

KÍ – Víkingur 0-0

AB – 07 Vestur 1-0 (1-0)
4' Sjúrður Henriksen 
Meira um dystin

EB/Streymur – Skála 0-2 (0-2)
Jákup Pauli Frederiksberg 0-1
Silas Gaard 0-2

Endaliga støðan: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder