Tað bleiv spennandi á Toftum seinnapartin tá Ternan tók ímóti SÍ.
Eftir at SÍ hevði vunnið tvey tey fyrstu settini, koppaði tað til todtamenn sum vunnu seg upp á 2-2 og síðani eisini fimta og avgerandi settið.
Flogbólturin verður sendur beinleiðis á Portal Play og kann síggjast við mánaðarhaldi fyri 89 krónur um mánaðin ella við at keypa sær atgongd til einstakar dystir.
Ternan-SÍ 3-2
21–25, 26–28, 25–20, 30–28, 15–11
Sunnudagin verða tríggir flogbóltsdystir. Hjá kvinnum hittast Dráttur og Ternan á Giljanesi klokkan 13 og í Kollafirði tekur KÍF ímóti SÍ klokkan 16. Fleyr og ÍF hittast í Havn klokkan 19. Allir dystirnir síggjast á Portal Play.
--
Sí hæddarpunkt frá Portal Play omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald