Heimligi fótbólturin er av fyri árið, men landsliðsuppgávur eru framvegis á skránni: Seinni í mánaðinum spælir A-landsliðið við monnum seinastu tveir dystir sínar í Nations League-kappingini.
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Sí eisini: Taka hópin til týðandi uppgávur út mánadagin - týðandi spælarar tøkir aftur
Nakrar broytingar væntast í hópinum, í mun til dystirnar í september-oktober, tá Føroyar spældu fýra javnleikir. Greiða fæst á hesum beint eftir klokkan 10, tá Eyðun Klakstein fer at lesa nøvnini upp á tíðindafundi.
FM1 byrjar at senda av Tórsvølli klokkan 10, har Rúni á Reynatrøð er til reiðar. Aftaná verða samrøður. Til ber eisini at síggja tilfar og hópin á Portalinum tá.
Lurta her ella á vanligu frekvensunum
![]()
![]()
Sum skilst fara vit eisini at hoyra um serliga støðu, í mun til heimadystin móti Moldova. Hann byrjar klokkan 15 mánadagin 16. november.
Serstaka tíðarásetingin kemst av, at Kasakstan hevur heimadyst móti Slovakia tá. UEFA krevur, at allir dystirnir í síðsta umfari verða spældir samstundis, og Kasakstan er nógvar tímar frammanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald