Fótbóltur

Gullradio úr Runavík klokkan 15

Vit hoyra samandrátt frá gylta NSÍ-árinum og tosa við nógvar spælarar, fjepparar og onnur kring felagið. Til ber at lurta á FM1 millum klokkan 15 og 17 - og seinni.

NSÍ'arnir fegnast í hesum døgum - soleiðis verður eisini á FM1 seinnapartin (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ'arnir fegnast í hesum døgum - soleiðis verður eisini á FM1 seinnapartin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-02 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vanligt sendir FM1 gullradio við meistarunum í best mansdeildini beint eftir kappingarenda.

Har verður tikið saman um gylta NSÍ-árið, har fyrsta FM-heitið síðani 2007 kom í hús.

Sí myndirnar frá  gullfagnaðinum hjá teimum gulkløddu á Svangaskarði leygardagin her

Fyrsti parturin, frá klokkan 15 og eina løtu fram, er samandráttur av árinum í landskappingini.

Frá umleið klokkan 15.30 eru vit beinleiðis við Løkin, har FM1 savnar fjepparar, nógvar spælarar og fólk annars í og kring NSÍ.

Har verður hugt aftur á árið, prikað og reypa til klokkan 17. 

Lurta eftir FM1 her - til ber eisini at lurta á heimasíðuni seinni, og leinkja verður løgd á Portalin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder