Í gjárkvøldið vann Fleyr sín triðja sigur í sínum triðja dysti, men fekk skarpan gang frá fuglfirðingum, sum spældu sín fyrsta dyst í kappingini.
Í fyrsta setti gekk javnt á til 17-17, har ÍF fyri tað mesta hevði verið frammanfyri við einum ella tveimum stigum. Men eftir at ÍF hevði minkað um munin til 18-19, gekk galið hjá teimum, og Fleyr vann tað, sum eftir var av settinum, sum endaði 25-18 til havnarliðið.
Annað sett var meinlíkt tí undanfarna, men øvugt, og leingi skifti ímillum javnleik, og at Fleyr var eitt stig frammanfyri. Men eftir 17-17 dragnaði Fleyr, og ÍF vann settið 25-19.
Triðja sett kundi farið báðar vegir. Fleyr legði seg fyrst á odda 9-6 og 12-10, áðrenn ÍF fór framum 23-18, men ÍF megnaði kortini ikki at gera sær dælt av góðu støðuni og tapti fýra settbóltar við støðurnar 24-21 og 25-24. Ístaðin tryggjaði Fleyr sær settið 29-27 við sínum øðrum settbólti.
Spenningurin helt sær eisini leingi í fjórða setti, har ÍF legði seg á odda 6-2, áðrenn Fleyr javnaði til 6-6. Men eftir 19-19 fór Fleyr nøkur avgerandi stig framum og fekk fýra dystarbóltar við støðuna 24-20. ÍF hóraði undan tvær ferðir, men triðju ferð beið ikki bøtur, og so vann Fleyr 25-22.
Mikukvøldið tekur ÍF ímóti SÍ í Fuglafirði. Næsti dystur hjá Fleyr er á heimavølli sunnudagin 15. november ímóti Ternuni. Tá vitjar ÍF Mjølnir í Klaksvík.
Støðan í Polestar-kappingini:
| Lið | Dystir | Stig |
| Fleyr | 3 | 9 |
| Mjølnir | 2 | 3 |
| Ternan | 2 | 2 |
| SÍ | 2 | 1 |
| ÍF | 1 | 0 |
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald