Hvønn týsdag í vetur og út á vári 2027 verður hondbóltssending á FM1, sum verður endursend mikudagar klokkan 9 og eisini kann hoyrast á fm1.fo og Portalinum.
Sendingin byrjar umleið klokkan 17.15 týsdag, beint eftir tíðindini. Hon hevur fingið heitið "7 móti 6", sum sipar til nýmótans yvirtalsspælið í álopinum, sum føroysku landsliðini av álvara hava tikið til sín.
Ein fráboðan um framburð og tekin um at vera beinrakin.
Hetta er eisini ætlanin við sendingini, sum Sjúrður Hildarson Hoydal kemur at standa fyri í samstarvi við Agnar Prestá.
Vit fara hvørja viku at hava gestir úr føroyska hondbóltsheiminum, og byrjað verður í dag, 3. november, við ítróttarstjóranum hjá Hondbóltssambandinum.
Mark Lausen-Marcher fer í dag at tosa eitt sindur um kvinnulandsliðið, sum hevði væleydnaðar venjingardystir í Eysturríki herfyri: Hópurin til EM-endaspælið í desember verður eisini kunngjørdur hesa vikuna.
![]()
Mark Lausen-Marcher er ítróttarstjóri í HSF og hevur harvið nógv við landsliðið at gera (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani meta vit um manslandsliðið, sum hesa vikuna setur hol á undankappingina til EM 2028. Hetta við dystum móti Kosovo, mikudagin 4. november á heimavølli, og í Montenegro sunnudagin 8. november.
Vit hoyra eisini úr landsliðsleguni: Seinasta venjingin undan dystinum móti Kosovo verður við Tjarnir klokkan 17.
Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Vit fara eftir fýra stigum hesa vikuna
Myndir: Stjørnurnar eru aftur at síggja á gólvinum við Tjarnir
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald