Leygardagin var seinasti FM-dagurin í darti á á skránni. Fyri fyrstu ferð varð hesin hildin á KG gistingarhústinum í Klaksvík - bólkaspælði í Sjósalinum/veitslusalinum niðriundir og avgerandi dystirnir tætt við lobbyina.
Umframt at føroyameistarin hjá kvinnum og monnum skuldi finnast, vóru FM og steypakappingar hjá U18 og U13.
Tað vóru Uni Árting og Theresa Enghamar, sum gjørdu bart hjá teimum vaksnu og vunnu gull.
Hjá monnnum vóru nógvir aðrir styrkismettir omanfyri, men Uni Árting úr Havnar Dartfelag streyk avstað við tí. Theresa Enghamar var styrkismett nummar tvey men vann á favorittinum, Beintu Joensen,
Hjá U18 var Sámuel Rasmussen stóri vinnarin. Bæði FM og steypakapping kom í hús.
![]()
Sámuel Rasmussen (Mynd: Dartsamband Føroya)
Yvirlit yvir FM-vinnarar:
Føroyameistari U18: Sámuel Rasmussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald