Hann var toppskjútti seinast, tá Føroyar tóku ímóti Kosovo. Tað var eisini fyrsti dystur í einari EM-undankapping eitt november-kvøld: Talan var um seinasta heimadystin á Hálsi, har Føroyar fyri tveimum árum síðani tóku fyrsta fetið móti EM-endaspælinum, sum var í januar.
Tá 19-ára gamli Óli Mittún úr svenska Sävehof skoraði átta mál móti Kosovo ta kvøldið í 2024. Tað gjørdi hvirluvindurin úr Hoyvík eisini í kvøld, tá Kosovo vitjaði við Tjarnir. Men hesaferð brendi Óli Mittún ikki einaferð; hann var átta av átta og legði eisini upp átta ferðir sambært okkara hagtølum.
Umframt hetta legði GOG-stjørnan upp til stórar møguleikar, sum vórðu misnýttir, og spældu inn á strikuna til Teis Horn Rasmussen ella Ísak Vedelsbøl, sum síðani vunnu brotskøst.
Sum heild kann staðfestast, at Kosovo ongantíð var nær við at fáa bilbukt við ein av bestu spælarunum í Champions League og í donsku deildini seinastu tíðina.
Óli fangaði eisini bóltar í verjuni og var øðiligur í fyrstu og aðru bylgju. Eftir dystin vildi smílandi maðurin ikki tosa so nógv um seg sjálvan, men jú: Í góðum og harmoniskum samstarvi við hinar, gjørdi Óli Mittún so at siga, sum honum lysti í kvøld: Spælistova hjá nummar 78. Og tað kann gott halda fram í Montenegro.
Sí eisini: Mittún: Tað gekk øðiliga væl í dag - ikki bara hjá mær (Video)
Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
Føroyar - Kosovo 37-30 (20-13)
Toppskjútti og dagsins spælari: Óli Mittún 8 mál (8 skot) + 8 upplegg
Les meiria um dystin her: Føroyar flúgvandi frá byrjan í royndini at røkka enn einum endaspæli
Føroyar eru í løtuni á odda í bólkinum. Ungarn og Montenegro spæla í 1. umfari í Ungarn hóskvøldið. Føroyar spæla í Montenegro sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald