- Leiddar av einum perfektum, átta av átta, Óla Mittún, høvdu Føroyar tamarhald á allan vegin og komu upp um 35 mál í einum undankappingardysti á fyrsta sinni.
Soleiðis skrivar evropeiska hondbóltssamgongan á heimasíðu sínari.
Sí hæddarpunkt frá tryggja sigrinum her
Føroyar vunnu 35-27 á Ukraina við Tjarnir í fjør, tá 1. plássið í seinasta EM-undanbólkinum varð tryggjað.
Áðrenn dystin móti Kosovo mikukvøldið var hetta tað hægsta, sum Føroyar høvdu skorað í EM ella HM-undankapping hjá monnum.
Áður hevur føroyska manslandsliðið millum annað skorað 41 mál í venjingardysti móti Belgia (2024) og 61 í Emerging Nations Championship móti Armenia.
Sí yvirlit hjá Handballstatz her
Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
Føroyar - Kosovo 37-30 (20-13)
Føroyskir toppskjúttar:
Óli Mittún 8 mál - flest upplegg og dagsins spælari
Hákun West av Teigum 7 mál
Leivur Mortensen 6 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 mál (4 brotskøst)
Sí allar málskjúttar og fleiri hagtøl her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald