Fótbóltur

Ísak Vedelsbøl skaddur - Erling Erlendsson við ístaðin

Ísak fekk álvarsaman vøddaskaða undir venjing í dag. Sum skilst er HM-endaspælið tó ikki í stórum vanda. Portalurin hevur fingið váttað, at ungur strikuspælari og miðverji hjá Kyndli kemur við til Montenegro.

Ísak Vedelsbøl hevði fýra skot og skoraði uppá trý teirra við Tjarnir í gjár. Nummar 47 screenaði og vardi eisini væl - hann verður saknaður í Montenegro sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl hevði fýra skot og skoraði uppá trý teirra við Tjarnir í gjár. Nummar 47 screenaði og vardi eisini væl - hann verður saknaður í Montenegro sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-05 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið var Ísak Vedelsbøl aftur á vøllinum fyri landsliðið, tá tað endaði 37-30 móti Kosovo í fyrsta undankappingardystinum til EM 2028. Sterki og snildi strikuspælarin var skaddur, tá Føroyar spældu seg til HM við sigrum á Bosnia-Hersegovina í mai.

Nú er eitt lítið ivamál komið um HM-luttøkuna hjá Ísaki.

HØJ-spælarin spældi nógv í gjár, men tíðliga í venjingini í dag fekk strikuspælarin sum skilst ein skaða í læra, har ein vøddi partvíst skrædnaði. Ein stórur smeitur fyri hann og føroyska landsliðið.

Portalurin hevur fingið upplýst, at talan er um ein skaða, sum kann kosta Ísaki Vedelsbøl minst 6-8 vikur. Tað vil siga, at 22-ára gamli føroyingurin burdi verið tøkur aftur um jól/nýggjár; umleið tvær vikur áðrenn HM-endaspælið í Týsklandi byrjar.

[object Object]Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún eftir vónbrotið í U21 HM-hálvfinaluni í fjør. Óli noyðist at vera sín screeningsmakkara, sum eisini er góður at spæla inn til, fyriuttan (Mynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl fær sjálvandi ikki spælt hondbólt um vikuskiftið, tá Føroyar royna at vinna týðandi stig í stríðnum um at koma til næsta endaspæl aftur - EM í 2028. Tískil er neyðugt at fáa avsloyara við.

Av strikuspælarum og miðverjum, sum plaga at vera við, er Pætur Mikkjalsson upplagda boðið. Men hann skal vera pápi hvørja løtu, og meldaði seg sum ikki tøkan nakað undan landsliðsvikuni.

Peter Krogh var við í hópinum móti Bosnia seinast men er í løtuni í Danmark í útbúgvingarørindum.

Portalurin hevur fingið váttað, at landsliðsvenjararnir hava tikið Erling Erlendsson út. Hetta er fyrstu ferð, at 19-ára gamli miðverjin og strikuspælarin úr Kyndli verður í einum A-landsliðshópi.

Erling Erlendsson hevur verið á ungdómslandsliðnum og spælt á besta liðnum hjá barndómsfelagnum Kyndli seinastu árini. Hann er høgur og sterkur og kann spæla fyrstu A-landsliðsminuttirnar í Montenegro sunnudagin.

[object Object]
Erling Erlendsson í U20 EM-endaspælinum í Rumenia. Nú verður miðverjin og strikuspælarin úr Kyndli í hópi, sum spælir EM-undankapping 

Teis Horn Rasmussen fer eftir øllum at døma at spæla so at siga allar minuttirnar í Montenegro. Helgi Hildarsson Hoydal kann fáa størri ábyrgd, og so man Tróndur Mikkelsen eisini vera ein eyka møguleiki sum miðverji, um neyðuygt er.

Føroryar spæla í Podgoricia sunnudagin 8. novemmber klokkan 17 føroyska tíð. FM1 og Portalurin verða við á ferðini: Erling Erlendsson og hinir í ferðalagnum fara úr Føroyum í morginárini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder