Portugisiska heimsstjørnan, Cristiano Ronaldo gevst á portugisiska landsliðnum, boðar hann frá á Instagram í dag.
41 ára gamli Ronaldo spældi sín fyrsta dyst fyri Portugal í 2003, og síðan tá hevur hann sett fleiri heimsmet. Millum fyri flestar dystir spældar - 234 - og flest mál skorað á einum landsliði - 146.
– Dagurin er komin, har aftur lati frá mær blusu nummar sjey. Portugal verður altíð við mær, sigur Ronaldo sambært Ritzau.
– Tað hevur ikki verið ein løtt avgerð, tí summar avgerðir eru ikki bert tiknar við heilanum. Teir eru eisini tiknir við hjartanum.
Umframt at hava metið fyri flest landsliðsmál og landsdystir, hevur Ronaldo, sambært TV2 eisini met fyri flestar EM-luttøkur - seks, og flestar HM-luttøkur - eisini seks. Tað seinna er eitt met, sum hann hevur saman við nærum æviga kappingarneytan argentinska Lionel Messi.
Ronaldo er eisini tann einasti, sum hevur skorað í seks ymiskum HM-endaspølum, og harumframt hevur hann skorað flest EM-mál - 14 - og flest mál í HM-undankappingum - 41 mál í 52 dystum.
Tað eydnaðist Madeira-búgvanum at vinna EM-endaspælið við Portugal í 2016. Hetta var fyrsta stóra steypið í A-landsliðssøguni hjá landinum.
![]()
Hann fór út við knæskaða í EM-finaluni í 2016, men Portugal megnaði at avgerða í Fraklandi - liðformaðurin skoraði tá bæði málini í hálvfinaluni (Mynd: Reuters Staff/Reuters/Ritzau Scanpix)
Síðani hevur 7'arin leitt Portugal til tvey Nations League-gull sum liðformaður.
Tíðin á landsliðnum endaði tó ikki á penan hátt: Eftir at hava sitið á bonkinum allan dystin í Noreg og ósemju vi ðvenjaran Jorge Jesus, eina ósemju sum gjørdist ógvuliga almenn, rýmdi Cristiano Ronaldo úr Keypmannahavn, har Portugal fyrireikaði seg til Nations League-dyst nummar trý síðsta dagin í september.
Hóast Cristiano Ronaldo gevst á landsliðnum, heldur hann fram í saudiarabiska felagnum Al Nassr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald