Fótóltsárið í Føroyum er liðugt, og nú er tíð at veruliga taka samanum um og hyggja uppá eftir, hvussu liðini og leikararnir hava staðið seg.
Til tess hevur Trygvi Absalonsen í dag savnað hetta panelið:
Jákup Ósa, fótbóltstíðindamaður fyri bolt.fo og Norðlýsið, Rúna á Reynatrøð, frásøgumann á FM1 og Trygva Mortensen, venjara og viðmerkjara.
Teir fara at hyggja eftir øllum liðunum í Meistaradeildini hjá monnum; hvussu tey hava staðið seg.
Eisini verður hugt nærri eftir einstøkum spælarum. Trygvi Absalonsen hevur eisini biðið teir tríggjar seta sínar ellivu bestu: Ársins lið fyri 2026.
Har verður nógv at tosa um. Fótbóltsskýlið byrjar eftir tíðindini, sum eru klokkan 17 - tað vil siga, at fótbóltssendingin byrjar umleið klokkan 17.15.
Til ber at lurta her ella á vanligu frekvensunum. Sendingin verður eisini at hoyra seinni á fm1.fo og á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald