Pólland, Norðurírland og Albania vera mótstøðulondini, tá føroyska U15-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum fer til albanska høvuðsstaðin Tirana, har UEFA-menningarkapping er á skránni.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-dreingjunum hevur nú úttikið 18 leikarar úr 07 Vestur, B36, HB, KÍ, NSÍ, TB og Víkingi, og donsku liðunum AB, Allerød og B93, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Føroyar spæla móti Póllandi 19. november, móti Norðurírlandi 21. november, og móti Albania 24. november.
Hópurin
Josef Caabay Nattestad, 07 Vestur
Hjalti Rógvason, B36
Bjarti á Borg Laksáfoss, B36
Fríði Høgnesen, B36
Rókur Slættanes, B36
Bastian Sommer Sigurheim, HB
Filip Vanegas Poulsen, HB
Artur Lyngvej, HB
Hákun Arnholdsson, KÍ
Jónfinnur Zachariassen, KÍ
Ari Á. Weihe, NSÍ
Dávur Dionsson, TB
Levi Simonsen, TB
Alexandur Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Sámuel Amkelani Skoradal, Víkingur
Johannes Egholm Arildsen, AB (Danmark)
Anton Shantz Andersen, Allerød (Danmark)
Karl Juul, B93 (Danmark)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald