Í 2. umfari í European Cup spældi VÍF seg víðari við tryggum sigri móti KHF Ferizaj úr Kosovo.
Tá spældu vestmannakvinnur báðar dystirnar á útivølli, og hetta hevur felagið aftur játtað seg til hesaferð. Hetta av fíggjarligum ávum.
Mótstøðan væntast at vera væl harðari. Tað er slovakiska HK Slovan Duslo Sala, sum tekur ímóti.
Vestmannakvinnur fóru av landinum mikudagin og hava síðani fyrireikað seg miðvíst til stóru uppgávuna.
Eins og seinast, er Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen við VÍF í evropeiskum dystum.
Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Eisini í meira smálutum á eurohandball.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald