Hondbóltur

Video: Spæla og búgva saman í Svøríki: - Tað er 60-40 til mín í matgerð

Tað er ein ávís broyting, í mun til at búgva saman við damuni, sigur Leivur Mortensen. Leivur er er ein dugnaligur kokkur. Annars royna vit at skiftast um at servera mat, og eg havi tað betri í ár, nú hann er komin til Karlskrona, staðfestir Tróndur Mikkelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-07 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): - Vit hava verið nokso góðir at býtt tað millum okkum. Har ein ger mat, og hin vaskar upp. Tað er tó kanska 60-40 til mín, í mun til at gera mat.

Hetta staðfestir Leivur Mortesen, sum í summar skifti úr HC København til svenska Karlskrona. Landsliðsliðfelagin Tróndur Mikkelsen var longu í felagnum, og nú fekk hann eitt-ára eldri føroying á liðið, sum spælir í bestu donsku deildini - og inn í íbúðina.

- Leivur er ein dugnaligur kokkur, og eg kann gott viðganga, at tað er 60-40, hóast vit royna at skiftast um at borðreiða fyri hvørjum øðrum. Eg kann vaska eitt sindur upp. Annars má eg siga, at eg havi havt tað betri í ár, nú Leivur eisini er fluttur inn.

Hetta sigur bakspælarin, sum í morgin eisini verður at síggja á strikuni. Vinstri vongurin skuldi venja seg at búgva saman við landsliðsliðfelagnum.

- Eftir at hava búð saman við damuni í nøkur ár, skuldi man líka venja seg við at flyta tin til Trónd. Men tað er gott, tað er gott, staðfestir Leivur Mortensen við einum smíli. 

Hoyr alla sendingina, har Helgi Hildarson Hoydal, Pauli Jacobsen og Hjalti Mohr Jacobsen eisini vóru við, her

Tróndur Mikkelsen, Leivur Mortensen og hinir skulu í morgin, sunnudagin 8. november, spæla EM-undankappingardyst móti Montenegro. Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð, og til ber at fylgja gongdini á FM1 og á Portalinum. Meira tilfar seinni

Sí eisini: Eftir tríggjar flogtúrar og 17 tímar: Vóru frammi í Montenegro um midnáttarleitið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder