Podgorica, Montenegro (Portalurin): Bemax Arena verður klokkan 17 í kvøld karmur um annan dystin í EM-undankappingini hjá Føroyum.
Her eru ikki nógvir útiáskoðarar, men tey eru tó átta í tali, og tey hava verið savnaði á einari montegrinskari matstovu undan dystinum.
Talan er í stóran mun um Høj-familjuna: Fólk sum eru í familju við ein av nýggjaru landsliðsspælarunum, Paula Høj.
Tey eru foreldrini hjá Paula, Barbara og Hans Martin, yngsta systurin Sólbjørt, mittasta systurin Katarina við unnustanum Jónasi Djurhuus, umframt unga Baraldi. Hann er sonur Brynju Høj, elstu systurina hjá Paula sum er fyrrverandi landsliðskempa.
![]()
Pauli Høj spældi fyrsta kappingardystin fyri A-landsliðið mikudagin, tá Føroyar vunnu á Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr eisini: Pauli Høj stórfegnast um fyrsta kappingarmálið
Súna Krossteig Hansen var og er eisini til staðar. Landsliðsprofilurin spælir dagliga við ZRK Buducnost í Podgorica men er darvað av knæskaða og noyðist at nýta høkjur í løtuni. Súna er unnusta lansliðsspælaran Paula Mittún.
Sí eisini: Súna hevur verið undir skurð - skal sita uttanfyri undir EM
Aldursforseti var hoyvíkingurin Ásvald Simonsen, sum millum annað hevur verið við at stovna H71. Vinnulívsmaðurin er vanur at síggja útidystir hjá landsliðnum.
Føroyingar í Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)
Umframt okkara miðil er Aldan, við Ásbjørn Nielsson Nattestad, á staðnum.
Fylgið við á Portalinum og FM1
-----------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)
1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig
* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í dag, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum. Aftaná verða samrøður og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald