Fótbóltur

Video: Olaf Bárðarson legði upp - Sandnes Ulf varðveitti sæti í OBOS-deildini

Gullbrandur Øregaard spældi 90 minuttir, og Olaf Bárðarson kom inn og skapti 3-1 málið, tá føroyingafelagið í næstbestu norsku deildini syrgdi fyri, at man sleppur undan røkkstøkk dystum um niðurflyting. Mattias Lamhauge lyfti steyp í Oslo-útryðuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-08 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfarið í OBOS-deildini varð spælt í dag, sunnudagin 8. november.

Strømsgodset vann 3-2 á útivølli móti Stabæk og staðfesti harvið 1. plássið í næstbestu norsku deildini. Liðið hjá Mattiasi Lamhauge var longu flutt upp frammaundan, og føroyski landsliðsmálverjin sat á bonkinum, meðan toppskjúttin Sebastian Pingel legði upp til tvey mál og skoraði eitt sjálvur. Efir dystin vóru "seriemeistararnir heiðraðir".

[object Object]
Besta liðið í næstbestu norsku deildini 2026 (Mynd: Strømsgodset Toppfotball)

Liðið hjá Magne Hoseth skal í 2027 spæla í bestu deildini. Sandnes Ulf sleppur undan at fara niður í triðbestu donsku deildina.

Hetta er endaliga greitt eftir 3-1 sigurin á Åsane, sum flytir niður, í dag.

Gullbrandur Øregaard spældi allan dystin sum ein av trimum miðverjum, og í 65. minutti kom Olaf Bárðarson á vøllin. Tá var støðan 2-1; fýra minuttir seinni vendi nummar 7 væl, og gøtumaðurin hevði perfekta sending í dýbdina. Hetta gagnnýtti Sandnes-toppskjúttin Ole Sundgot við lekkrum lobbi.

Sí video ovast - uppleggið hjá Olafi (nummar 7) sæst eftir 5 minuttir 

Harvið kunnu Olaf Bárðarson , Gullbrandur Øregaard, fyrrverandi 07 Vestur-spælarin Kevin Engell-Johansen og hinir hjá Sandnes Ulf anda lættan. Hevði liðið tapt í dag, høvdu tveir røkk-støkk dystir verið á skránni fyri at sleppa undan niðurflyting.

Endastøðan í næstbestu norsku deildini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder