Fótbóltur

Video: Geza Turi við frekum máli í FA Cup-vend

Grimsby Town var í stórum trupulleikum móti Stafford Rangers, sum er eitt hálvprofessionelt lið. Føroyingurin javnaði tó í longdu leiktíðini og League Two-liðið vann brotssparkskappingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-08 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grimsby Town hevði ein tungan dag í FA Cup, har Stafford Rangers úr Northern Premier League Division One West, sum er fleiri deildir undir League Two, gav Grimsby stórar trupulleikar.

Tað var 2-0 til Stafford í steðginum, og Grimsby minkaði ikki fyrrenn í 74. minutti. Tveir minuttir seinni varð 2-2, og longd leiktíð neyðug.

Har legði heimaliðið seg aftur á odda, men beint fyri steðgin í longdu leiktíðini sló Geza David Turi til. Gøtumaðurin var til reiðar, tá bólturin datt niður í brotsteignum, tók eina snilda skotfintu - í luftuni - og javnaði kaldliga til 3-3.

Sí málið móti endanum av videobrotinum ovast - ella á Youtube-rásini hjá FA Cup

Í brotsparkskappingini var ovara liðið omaná og vann 3-2. Málvejrin tók trý skot.

Harvið slapp føroyingafelagið við skrekkinum - men ikki serliga gott í mun til komandi landsdystirnar, at Geza Turi noyddist at spæla 120 minuttir á tunga grasinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder