Hondbóltur

Video: - Tað er góðkent at hava trý stig nú

Nógv lið hava tað ógvuliga torført við trýstinum her, so hóast onkrar verjustøður í dag kundu verið betri, og teirra málverji bjargar stórt fleiri ferðir, so var tað super ikki at tapa, heldur Pauli Jacobsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-08 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Landsliðsliðformaðurin heldur avgjørt, at Føroyar gjørdu nóg mikið fyri at vinna dystin móti Montenegro.

Men tað vóru summi ting, sum gjørdu, at tað ikki bar á mál: Smálutir í verjuspælinum, nøkur skot Pauli Jacobsen sjálvur heldur hann skuldi havt, upplagdir brendir møguleikar og avgerandi dømingar.

[object Object]

Mem málverjin heldur, at trý stig í tveimum dystunum er góðkent - serliga tað at man ikki tapir í Montenegro. Her hava nógv lið ikki megnað at staðið ímóti trýstinum, vísir Pauli Jacobsen á.

Hetta ger, at Føroyar eru í góðari støðu at koma til EM 2028 undan undandystunum í mars og apríl.

Hoyr eisini: Vilhelm Poulsen kann liva við einum stigi á einum torførum útivølli

Hoyr samrøðuna ovast

Video: - Eri ógvuliga stoltur av mínum liðfeløgum

-------------------------------------------------------

Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
Montenegro - Føroyar 34-34 (18-17)

Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 mál, Vilhelm Poulsen og Óli Mittún 7 mál

Bjargingar: Pauli Jacobsen 11 (29 prosent) - Sasha Lacok 2 (40 prosent)

Sí fleiri hagtøl her

Sí hæddarpunkt her

Støðan: 

1. Ungarn 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------------
3. Montenegro 1 stig 
4. Kosovo 0 stig *

* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu

Føroyar spæla aftur 11. mars móti Ungarn við Tjarnir - tríggjar dagar seinni verður tað í Budapest. Áðrenn tað er HM-endaspæl á skránni

Sí eisini: Landsliðsvenjarin: - Vit prógva okkara dygdir við enn einum stigi á útivølli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder