Podgorica, Montenegro (Portalurin): - Tað gongur ikki at steðga teimum. Tað gongur ikki at veruliga steðga teimum. Teir eru so ótrúliga dugnaligir spælarar. Men kann siga, at teir eru í heimsflokki. Tað var ógvuliga trupult fyri okkum, og tað er tað eisini fyri so nógv onnur lið eisini. So mugu vit fáa at síggja, hvat hendir, tá 7 móti 6-regulin verður tikin burtur.
Tað fyrsta og tað seinasta segði hann flennandi. Og hann tosar svenskt - venjarin hjá Montenegro. Zoran Roganović er føddur og uppvaksin í Montenegro/gamla Jugoslavia, men 48-ára gamli venjarin hevur størsta partin av 00'unum, tað vil siga útvið helmingin av lívinum, búð í Svøríki.
Fyrst spældi hann leingi við H43 Lund. Í Lund var núverandi svenska stjørnuskotið Nikola Roganovic føddur. Gummersbach-spælarin er nú á svenska landsliðnum, og er sonur Zoran, sum seinni spældi við øðrum feløgum í Svøríki, og var í fleiri ár venjari hjá GUIF Eskiltuna í bestu svensku deildini.
Har skuldi Roganovic millum annað royna at fyrireika liðini til at møta Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í IK Sävehof. Tað er ikki nakað, sum frytnligi og heldur speiski venjarin hevur saknað - hann sást tó tosa nakað við føroysku profilarnir undan og eftir dystin, umframt undir dystinum.
Sí og hoyr eisini:
Elias á Skipagøtu: Eri ógvuliga stoltur av mínum liðfeløgum (Video)
Óli Mittún: - Viðleikararnir siga mær at talan var um brotskast til okkum
![]()
So at siga alt hjá Føroyum fer gjøgnum Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún - nummar 71 og nummar 78
Montenegro hevði serliga stórar trupulleikar við Eliasi á Skipagøtu seinastu løtuna (Myndir: Sverri Egholm)
Sum heild var talan um ein tungan og ógvuliga tættan dyst millum næsthægsta og triðhægsta styrkismetta liðið í bólkinum, men venjarin hjá Montenegro er nøgdur við avrikini hjá sínum monnum. Serliga í mun til seinast liðini hittust: 13 mál á muni í Oslo
- Vit vístu góðan hugburð og kundu vunnið dystin. Hetta var av álvara nakað enn í EM-endaspælinum, tá liðini spældu, og Føroyar vunnu stórt, sigur Zoran Roganovic sum ikki var landsliðsvenjari
Hann tók við aftur heyst eftir Dider Dinard - var eisini venjari hjá heimlandi sínum millum 2018 og 2023.
Móti endanum av samrøðuni segði hann á svenskum, at liðið og fólkið rundanum í Montenegro noyðidst at broytast hugsunarhátt. Og at her skal okkurt byggjast uppaftur. Zoran Roganovic væntar eitt sterkari lið, tá hesi hittast aftur við Tjarnir í apríl, og EM-plássið kanska er uppá spæl.
Hoyr samrøðuna ovast
-------------------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
Montenegro - Føroyar 34-34 (18-17)
Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 mál, Vilhelm Poulsen og Óli Mittún 7 mál
Bjargingar: Pauli Jacobsen 11 (29 prosent) -Aleksandar Sasha Lacok 2 (40 prosent)
Støðan:
1. Ungarn 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------------
3. Montenegro 1 stig
4. Kosovo 0 stig *
* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
Føroyar spæla aftur 11. mars móti Ungarn við Tjarnir - tríggjar dagar seinni verður tað í Budapest. Áðrenn tað er HM-endaspæl á skránni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald