Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava úttikið 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum hjá kvinnum í desember.
EM-endaspælið verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.
Føroyska liðið savnast til venjingar mánadagin tann 23. november í Havn og er saman fram til EM-endaspælið byrjar 5. desember.
Mikudagin 25. november ferðast liðið til Tróndheim í Noreg, har Føroyar spæla tveir fyrireikingardystir, ávikavikst móti Noreg hósdagin 26. november og Danmark leygardagin 28. november
Liðið kemur síðani heimaftur til Føroyar og venur saman til fráferð til Póllands hósdagin 3. desember, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
- Leygardagin 5. des. kl. 19.30 Føroyar – Ukraina
- Mánadagain 7. des. kl. 19.30 Frakland – Føroyar
- Mikudagin 9. des kl. 17.00 Føroyar – Pólland
Hópurin, sum er úttikin:
Málverjar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)
Bakkar
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Vengur
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)
Strikur
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald