Hondbóltur

7 móti 6 klokkan 17.15: Við Agnari Joensen og A-landsliðsvenjarunum

Vit taka samanum fyrstu EM-undandystirnar hjá monnum, hyggja uppá EM-hópin hjá kvinnum og á European Cup-luttøkuna. Vit hoyra frá millum annað Hjalta Mohr Jacobsen og Claus Mogensen. Lurta á FM1 og á Portalinum í kvøld.

Sjúrður Hildarson Hoydal her saman við Mark Lausen-Marcher í fyrstu sendingini, sum var við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Sjúrður Hildarson Hoydal her saman við Mark Lausen-Marcher í fyrstu sendingini, sum var við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-10 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Onnur sending av "7 móti 6" verður send úr Miðlon klokkan 17.15 í dag.

Har fer Sjúrður Hildarson Hoydal,vertur at tosa við Agnar Joensen, venjara og viðmerkjara, og so hoyra vit samrøður við landsliðsvenjara, umframt ein landsliðsspælara.

[object Object]
Agnar Joensen, her sum KÍF-venjari, er nú í venjaratoyminum hjá VÍF-kvinnum og er hondbóltsviðmerkjari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tikið verður saman um teir báðar fyrstu EM-undandystirnar hjá manslandiðnum í Montenegro (javnleikur) og móti Kosovo (sigur).

Sí eisini: Eru í fínari EM-støðu eftir fyrstu dystirnar - HM-endasppælið er tað næsta á skránni

Síðani hyggja Sjúrður og Agnar nærri eftir EM-hópinum hjá kvinnum, sum varð úttikin í gjár, og vit hoyra frá Claus Mogensen, A-landsliðsvenjara.

VÍF-kvinnurnar vóðu slignar út úr European Cup í Slovakia um vikuskifti, og H71 og Neistin skulu royna seg næst komandi vikuskifti. Hetta verður vent seinast í sendingini.

Sendingin byrjar eftir tíðindini kl.17, so umleið 17.15.

Lurta eftir FM1 her ella á frekvensunum kring landið. Leinkja verður eisini á Portalinum, og til ber at lurta eftir sendingini har og á fm1.fo seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder