Fótbóltur

Jensa Tórolvsdóttir var best í oktober

Víkinga-spælarin fekk heiðurin handaðan á Tórsvølli, beint áðrenn hon saman við liðfeløgunum fór undir fyrireikingarnar til Baltic Cup,.

2026-11-10 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Mánakvøldið fór kvinnulandsliðið undir fyrireikingarnar til Baltic Cup, sum er á skránni seinni í mánaðinum.

Men áðrenn venjarin, Pætur Smith Clementsen av álvara setti venjingina í gongd, bleiv Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir úr Víkingi heiðrað sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í oktobur mánaði.

Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð og við í atkvøðugreiðsluni á sona appini, vóru Birita Ryan úr KÍ, og Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur.

Tað var pápi Jensu, Tórolvur Jacobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Føroya Tele, og ein serstakan minnislut, ið er latin av FSF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder