Fimm-máls tap leygarkvøldið og tíggju mál á muni í Slovakia sunnudagin. Samanlagt vann HK Slovan Duslo Sala 65-50 á VÍF leygarkvøldið, og føroyska liðið er úti av European Cup.
Sí myndir frá fyrra dystinum hjá VÍF í Slovakia her
Í umfarinum frammanundan vann VÍF annars báðar dystirnar í Kosovo, men nú gekk ikki - aftur vóru báðir dystirnir á útivølli.
Neistin skal hinvegin spæla báðar dystirnar í 3. umfari á heimavølli. Hesir eru móti sveisiska LK Zug Handball. Dystirnir verða spældir fríggjakvøldið og leygarkvøldið - í báðum førum klokkan 19. Portal Play vísir báðar dystirnar fyri eitt gjald.
H71 og ukrainska HC Galychanka spæla báðar dystirnar á uttanveltaðum vølli í Póllandi. Hetta er millum annað vegna krígsstøðuna í Ukraina. Liðini, sum eisini hittust í hesari kappingini í 2022, spæla leygardag og sunnudagin.
![]()
3. umfar í European Cup hjá kvinnum
Fríggjadagin 13. november
19.00 Neistin – LK Zug Handball (Sveis) - spæla í Høllini á Hálsi
19.00 Neistin – LK Zug Handball - spæla í Høllini á Hálsi
Leygardagin 14. november
16.00 HC Galychanka – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj
Sunnudagin 15. november
kl. 13.00 HC Galychanka – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald