Víkingur hevur hesa vikuna kunngjørt tveir nýggjar ungar spælarar. Báðir hava skrivað undir tvey-ára sáttmála í Sarpugerði.
Heimasíðan bolt.fo skrivaði um væntaðu skiftini í seinastu viku, og nú er greitt, at 21-ára gamli Jóhan Josephsen og 20-ára gamli Jónas Prior skulu spæla í ljósabláum í 2027 og 2028.
Tað er tó ivamál um, hvussu stóran part av 2027 Jónas Prior verður tøkur. Ágrýtni verjuspælarin hevur verið fastur fyri barndómsfelagið og blómaði undir Tór-Ingar Akselsen men fekk ein skaða í knæðið í dysti fyri 07 Vestur móti NSÍ 18. oktober.
Tað nýggjasta vit hava fingið upplýst er, at bíðað verður eftir svar frá skanningini hjá Jónasi Prior. Tað fyriliggur møguliga hesa vikuna. Talan kann sum skilst vera um krossband og/ella onnur ting í knænum.
Mest sannlíkt hugsar Víkingur annars mannin úr Sandavági sum ein avloysara hjá Arnbirni Svensson, sum er á veg av landinum.
![]()
Jónas Prior saman við Brandi Jacobsen, formanni í Vìkingi. Nýggi spælarin hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 60 dystir í bestu deildini (Mynd: Víkingur)
Støðan hjá Jóhan Josephesen er heldur ørðvísi. Klaksvíkingurin var leigaður út til B68 í seinnu hálvu í 2024 og í 2025, men ein álvarsamur skaði gjørdi, at hann als ikki spældi í fjør.
Jóhan Josephsen hevur millum annað stríðst við sportsbrokk men venur í løtuni upp aftur. Væntað verður, at 21-ára gamli áleyparin verður aftur á vøllinum seinni í vetur: Í desember ella januar um tað gongst væl.
![]()
Jóhan Josephsen í ljósabláum í kvøld (Mynd: Víkingur)
Undirskriftirnar vísa, at Víkingur tørvar at styrkja og breiðka um hópin til næsta ár. Talan er um tveir spenanndi spælarar í góðum aldri, sum kunnu flyta seg víðari í Víkingi.
Sum vit vístu á fyri viku síðani, er strandingurin Martin Johansen eisini á veg - tað sama er Sebastian Lau Nielsen.
Víkingur vann steypafinaluna í 2026 og endaði á 4. plássi. Liðið hjá Jóhan Petur Poulsen skal harvið spæla í evropeiskari kapping sætta árið á rað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald