Fótbóltur

Føroyingar fara nú til Slovakia

Flogið verður til Keypmannahavn í morgun og víðari til slovakiska býin Kosice seinnapartin. Eftir ferðing í samanlagt umleið níggju tímar, skal fótbóltslandsliðið skjótt í gaggurnar - fríggjakvøldið bíða bólkafavorittarnir í lykladysti í Nations League.

Ein av teimum elstu móti tí yngsta í hópinum - báðir eru lámir, og bæði Viljormur Davidsen og Aron Benjaminsen skulu av landinum í morgun (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Ein av teimum elstu móti tí yngsta í hópinum - báðir eru lámir, og bæði Viljormur Davidsen og Aron Benjaminsen skulu av landinum í morgun (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-11-11 06:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summir komu til landið mánadagin, og A-landsliðið hevur havt tvær venjingar saman seinastu dagarnar. Nú gongur leiðin avstað aftur. Til Slovakia.

Myndir: Føroyingar, sum her nú koma saman

Sí eisini: Allir eru í Føroyum nú - Ási avloysir Ara

Í skrivandi stund er hópurin hjá føroyska manslandsliðnum ávegis vestur á flogvøllin í Vágum. Farið verður eftir ætlan við morgunflogfarinum til Keypmannahavn klokkan 8.20.

Eftir stutta bíðitíð í Kastrup gongur leiðin víðari: Eystur til Kosice, sum er næststørsti býur í Slovakia.

Har skulu Føroyar fríggjakvøldið klokkan 19.45 spæla í næstseinasta umfari í Nations League-bólkinum. Hetta móti Slovakia, sum var stórfavorittur áðrenn kappingina og nú er á gáttini at vinna bólkin. Einasti stigamissurin higartil hevur verið í Føroyum.

Føroyingar skulu aftur royna at vinna stig móti slovakum og seta seg í best gjørligu støðuna undan avgerandi dystinum móti Moldova mánadagin klokkan 15.

Eftir ætlan setur leiguflogfarið seg í Slovakia umleið klokkan 15 føroyska tíð. Síðani gongur leiðin á gistingarhúsið til mat og hvíld, áðrenn venjing er á skránni í kvøld. Ein langur dagur hjá føroyingunum er fyri framman.

Portalurin og FM1 eru við á ferðini og hava nógv tilfar næstu dagarnar

-------------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. FM1 og Portalurin vera við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt

---------------------------------------------------------------------

Sendiskrá í Slovakia (FM1):

Hósdagin 12. november 
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia

Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.30: Slovakia - Føroyar

Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti

Hoyr FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder