Fótbóltur

- Hetta verður okkara truplasti dystur í ár

Men vit fara altíð eftir tí stóra úrslitinum - eisini í Slovakia. Hetta staðfesti A-landsliðsvenjarin á tíðindafundi, har Andrias Edmundsson eisini vísti á, at Føroyar vóru betra liðið í dystinum millum liðini á Tórsvølli.

- Vit vænta, at Slovakia vil gjarna spæla betri enn í Føroyum, har vit avrikaðu væl, og tað endaði 1-1, staðfesti Eyðun Klakstein millum annað (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit vænta, at Slovakia vil gjarna spæla betri enn í Føroyum, har vit avrikaðu væl, og tað endaði 1-1, staðfesti Eyðun Klakstein millum annað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-12 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kosice, Slovakia (Portalurin): - Vit vænta. at hetta verður okkara truplasti dystur í 2026, og vit vænta at koma undir trýst í serliga fyrsta partinum av dystinum í morgin.

Soleiðis byrjaði Eyðun Klakstein at lýsa mótstøðuna, sum bíðar í morgin. Slovakia var favorittur, áðrenn hesin Nations League-bólkurin byrjaði í september, og tað sæst, staðfestir føroyski venjarin - hóast Føroyar vunnu stig móti Slovakia í september.

- Teir hava dugnaligar spælarar, spæla góðan fótbólt, vóru stórir bólkafavorittar og hava eisini livað upp til tað.

- Vit vænta, at Slovakia vil gjarna spæla betri enn í Føroyum, har vit avrikaðu væl, og tað endaði 1-1, segði Eyðun Klakstein eisini. 

Umframt venjaran var Andrias Edmundsson eisini á tíðindafundinum. Verjuspælarin kom ikki nógv á breddan, men verjuspælarin var nakað bersøgin: Slovakia er eitt gott lið, men vit vóru betri í tí fyrra dystinum millum liðini og burdu vunnið.

Sí eisini: Hanus Sørensen: - Vit ganga við gron um vit ikki vinna

[object Object]
Hans Erik Danielsen, Eyðun Klakstein og Andrias Edmundsson í Kosice (Mynd: Sverri Egholm)

Hellas Verona-spælarin segði eisini, at hann ikki hugsar so nógv um hini úrslitini í bólkinum. Har kunnu stig til Slovakia í morgin kann ávirka hugburð teirra til seinasta umfar, har kappingarneytin hjá Føroyum, Kasakstan, bíðar. Hetta ger Eyðun Klakstein heldur ikki.

- Vit spæla fyri stóra úrslitinum í morgin. Hugsa ikki so nógv um, hvat kann henda, um Slovakia fær stig ella ikki, um síðsta umfar og so framvegis. Vinna vit stig í morgin, so liggur alt væl í okkara hondum.

Í mun til føroyska hópin hevur Martin Agnarsson leikbann, men hinir 23 í hópinum eru tøkir til í morgin, staðfestir Eyðun Klakstein. Tað vóru annars fleiri spælarar, sum ikki vandu fult í gjár.

Meinhard Egilsson aftur á landsliðnum: - Havi ikki kent meg so væl í longri tíð

Hjá Slovakia er stjørnumiðvallarin Stanislav Lobotka úr Napoli skaddur: Spurdur um hvussu tað at ávirka, svaraði  føroyski venjarin: 

- Tað er soleiðis í altjóða fótbólti, at lið altíð vandt onkrar spælarar Sjálvandi er Lobotka eyka góður, og tað kann vera ein fyrimunur fyri okkum. Men hugsa ikki nakað serligt um tað; hugsa um okkum sjálvar.

Dagført: 19.42

Meira tilfar av leikvøllinum seinni. Føroyar og Slovkia spæla týðandi dyst fríggjakvøldið klokkan 19.45. FM1 sigur frá á staðnum - sum tann einasti - og Portalurin hevur beinleiðis blogg

--------------------------------------------------------------

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder