Í 2. umfari greiddu neistakvinnurnar uppgávuna í Kosovo væl, og eftir tveir sigrar har, er nú størri uppgáva á skránni í 3. umfari.
Sveisiska LK Zug er á vitjan í Havn í dag: Báðir dystirnir millum feløgini verða spældir á Hálsi og samanlagdi vinnarin fer víðari í European Cup.
Byrjað verður klokkan 19 í kvøld og í morgin, leydardagin 14. november.
Portal Play vísir báðar dystirnar. Hetta við Sjúrði Hildarsson Hoydal sum frásøgumanni. Dysturin sæst sum per-per-view, og atgongd kann keypast fyri 79 krónur.
H71 spælir í morgin, leygardagin klokkan 16, og sunnudagin, klokkan 13, í Póllandi móti ukrainska HC Galychanka.
3. umfar í European Cup hjá kvinnum
Fríggjadagin 13. november
19.00 Neistin – LK Zug Handball (Sveis) - spæla í Høllini á Hálsi
19.00 Neistin – LK Zug Handball - spæla í Høllini á Hálsi
Leygardagin 14. november
16.00 HC Galychanka (Ukraina) – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj
Sunnudagin 15. november
kl. 13.00 HC Galychanka – H71 - spæla í pólska býnum Bilgoraj
Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, og vit hava myndir og annað úr høllini í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald