Miðskeiðis í 2. hálvleiki fríggjakvøldið fekk Jóannes Kalsø Danielsen gult kort fyri at støðga slovakiskum mótálopi.
Hetta var annað gula kortið hjá nummar tvey í hesari Nations League-kappingini. Hann fekk eisini gult kort í hinum dystinum móti Slovakia. Hetta ásannaði KÍ-bakkurin skjótt, og so iðraði hann seg - tí tað merkir, at Jóannes Kalsø Danielsen hevur leikbann móti Moldova mánadagin.
Hetta kann av álvara vera smeitur fyri Føroyar, tí 29-ára gamli klaksvíkingurin hevur víst støðufesti og nógvar dygdir sum høgri bakkur og kanska serliga sum høgri vongbakkur seinastu árini.
Upplagdi avloysarin man vera javngamli Jann Benjaminsen. Bakkurin hjá føroyameistarunum byrjaði inni í Moldova.
Føroyar og Moldova spæla avgerandi dyst um møguliga uppflyting í morgin, mánadagin 16. november, á Tórsvølli.
Nations League Deild C, bólkur 3
6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Fult
Til ber at skráseta seg til atgongumerki her
FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná
Støðan:
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig
4. Kasakstan 2 stig **
* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald