Fótbóltur

Video: Gunnar Vatnhamar gleðir seg til stóru uppgávuna

- Tað er alt landið, sum vinnur saman, og eri sannførdur um sigur á Tórsvølli mánadagin, sigur miðverjin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-15 17:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

-  Tað er fyrst og fremst verjuparturin, sum skal rigga.

Hetta sigur Gunnar Vatnhamar, ein av føstu miðverjunum á føroyska A-landsliðnum.

Í viðtalu á Tórsvølli dagin fyri avgerandi dystin í Nations League-bólkinum, lýsir Gunnar serliga DNA'ið, sum orsøkina til góðu gongdina hjá Føroyum seinastu tíðina.

- Vit hava tað bara, sigur hann, og fegnast um at tað eru so nógvir leikarar sum traðka framm, og taka ábyrgd allatíðina.

Sí eisini: Her er nógv gott í væntu: - Grundarlagið kann leiða til nakað stórt

Myndir: Kavi, smíl og til reiðar til Moldova

31-ára gamli leirvíkingurin í Vejle fegnast eisini um, at tað verður fullsett á áskoðaraplássunum seinnapartin mánadagin.

- Tað eru ikki bara vit á vøllinum, sum vinna. Tað er alt landið sum vinnur saman, og og tað verður gott at feira saman við øllum føroyingum, tá Føroyar spæla seg víðari. Eri sannførandi um at vit vinna.

Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Gunnar Vatnhamar, ovast

Nations League Deild C, bólkur 3

6. og seinasta umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Fult 

Til ber at skráseta seg til atgongumerki her

FM1 og Portalurin hava ávikavist beinleiðis frásøgn og beinleiðis blogg av Tórsvølli mánadagin - við upptakt áðrenn og við samrøðum aftaná

Støðan: 
1. Slovakia 11 stig *
--------------------
2. Moldova 7 stig
-------------------
3. Føroyar 5 stig 
4. Kasakstan 2 stig **

* Hevur vunnið bólkin
** Hevur einki at spæla fyri

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder