Fótbóltur

Landsliðsvitjan á Biskupsgarði undan brakinum

- Av øllum týdningarleysum tingum er fótbóltur tó eitt hitt týdningarmesta, vísti próstur á. Sí nakrar myndir her.

2026-11-16 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Av øllum týdningarleysum tingum er fótbóltur tó eitt hitt týdningarmesta.

Hetta vísti Ovi Brim próstur á, tá manslandsliðið í fótbólti vitjaði á Biskupsgarði fyrrapartin. Talan er um endurgeving av Jóhannes Páll páva II:

Seinnapartin spæla Føroyar avgerandi Nations League-dystin móti Moldova á Tórsvølli. Áðrenn dystin vóru spælarar og toymið bodnir á Biskupsgarð í Havn.

Fólkakirkjan skrivar, at har bjóðaði bispur vælkomin, Ovi Brim, próstur hevði eina stutta framløgu, og vísti m.a. á hvussu stóran týdning spælarnir hava sum fyrimyndir fyri føroyskan ungdóm.

Føroyar og Moldova spæla á Tórsvølli klokkan 15. Fylgið við á FM1 og Portalinum frá klokkan 13.30

Sí myndir, sum Fólkakirkjan tók fyrrapartin, her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder