Eftir sigurin á Moldova á Tórsvølli er greitt, at Føroyar á fyrsta sinni endaðu á 2. plássi í einum Nations League deild C bólki.
Sí eisini: Megnaravrik móti Moldova rakk til røkkstøkkdystir í mars
Harvið skal liðið spæla um uppflyting til Deild B, sum er næsthægsta deildin. Hetta kann lata hurðar upp fyri størri møguleikum framyvir.
Fyri at Føroyar skulu flyta upp, er neyðugt at vinna samanlagt yvir tveir dystir í mars. Fyrri dysturin verður 25. 26. ella 27. mars og tann seinni 28. 29. ella 30. mars.
Hvørjum føroysku fótbóltsmenninir skulu spæla ímóti, verður greitt nú fríggjadagin 20. november tá lutakast er á skránni.
Mattias Lamhauge: Fyrsta málið er rokkið - tað næsta verður í mars
Fáa eitt av niðastu liðunum í deild B - Norðurmakedónia ein møguleiki
Tað eru liðini, sum enda aftast í sínum bólkum í Deild B, sum eru føroysku møguleikarnar.
Tað er endaliga greitt, at Norðurmakedónia er ein møguleiki. Undan seinasta umfari í Deild B1 stendur greitt, at Norðurmakedónia endar aftast - liðið hevur null stig.
Í morgin skulu Ukraina og Georgia stríðast um ikki at enda aftast í bólki 2, meðan tríggir møguleikar eru í bólki 2: Í løtuni er Ísrael aftast.
Í bólki 4 stendur tað ímillum Rumenia og Pólland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald